UK-flag.jpg   fo.jpg

Svínoy

Svínoyggin er bert úr teimum ovastu basaltfláunum, og er jarðfrøðiliga eitt áhugavert stað. Náttúran er sera fjølbroytt. Fram við sjóvarmálanum er bratt og illgongt, meðan tað omaná er slætt við stórum fløtum. Fuglameingið er fjølbroytt og nógv er til av heiðafugli. Eisini er plantulívið fjølbroytt og serstakt. Sjáldsami runnurin Baraldur veksur uppi á oynni.

Verkætlanir
Tað verður arbeitt við at gera eitt bátasavn og onnur ferðavinnu- og trivnaðartiltøk í oynni. Vónin er, at hesi tiltøk fara at bøta um arbeiðsmøguleikan hjá kvinnum, skapa trivnað og tilflyting.


svinoy_2.jpg

Svinoy_1.jpg