UK-flag.jpg   fo.jpg

Skúvoy

Skúgvi liggur ímillum Stóru Dímun og Sandoy. Tað er ein grøn vøkur oyggj við fjølbroyttari og stórslignari náttúru. Fuglameingið er stórt, og bjørgini bera nógvan fugl. Føroya søga og søgn eru eisini sera sjónlig í umhvørvinum í Skúgvi.

Møguleikar
Í Skúgvi verður arbeitt við at skapa fleiri møguleikar innan ferðavinnuna. Eitt náttúrusavn er ávegis, sum fer at lýsa bygdarsøguna umframt fugla- og bjargasøgu Føroya.

skugvi10.jpg

skuvoy-3.jpg
Mynd: Christian Petersen