Fugloy
Fugloyggin er eitt náttúruvakurt stað. Í mun til sunnaru oyggjarnar, er Fugloyggin sermerkt, við at tað, sum er omanfyri sjóvarmálan, bert eru tær ovastu basalt fláirnar, tí er oyggin brøtt við steyrrøttum homrum runt alla oynna, omaná er grønt og gróðrargott og fleiri sjáldsamar plantur eru at finna.
Fuglalívið er fjølbroytt, og eins og í Mykinesi er atkomuligt lundaland í haganum. Í bjørgunum runt oynna er stórt fuglameingi.
Verkætlanir og virksemi
Arbeitt verður við ymiskum verkætlanum. Ein er Fugloy í søgu og søgn. Málið er at byggja upp eina væl skipaða og burðardygga ferðavinnu í oynni, sum kann styrkja búsetingina



