UK-flag.jpg   fo.jpg

sustainabletourism.jpg

Burðardygg ferðavinna

Ferðavinna á útoyggj merkir økt inntøka hjá teimum, sum búgva har, og stuðlar undir økismenningina. Men økt virksemi á útoyggj merkir eisini økt trýst á umhvørvið, friðin og ta ektaðu upplivingina. Tí leggja útoyggjarnar seg eftir at reka burðardygga ferðavinnu, m.a. við at taka atlit til plantu- og djóralív, bjóða lokalan mat og vísa fram staðbundna mentan, og í allar mátar at tryggja, at tað serstaka verður varðveitt. Stutt sagt, á útoyggj verður strembað eftir, at ferðavinnan verður burðardygg og umhvørvisvinalig.

authenticislands.jpg

Tær óspiltu oyggjarnar

Føroyar eru 18 oyggjar, av teimum eru 8 útoyggjar: Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Mykines, Koltur, Hestur, Skúvoy og Stóra Dímun. Tveir triðingar av Føroyum eru bundnir saman í veganet, meðan útoyggjarnar eru millum tær oyggjar, ið einans hava samband eftir sjónum ella við tyrlu og hetta ger útoyggjarnar til nakað heilt serligt. Útoyggjarnar hava á mangan hátt tað, sum onnur økið hava mist, nevniliga tað óspilta umhvørvið, har sporini eftir meira enn 1000 ára søgu og mentan eru sjónsk í umhvørvinum.

serviceactivity.jpg

Tænasta og møguleikar

Á útoyggj eru møguleikar at uppliva, men eisini at búgva og fáa ein góðan bita. Allar tænastur eru ikki útbygdar til fulnar enn, men arbeitt verður miðvíst tann vegin. Í løtuni kanst tú undir ”tænastur” síggja, hvar og hvat stendur tær í boði. Her á heimasíðuni verða tænastur og tiltøk javnan dagførd, og miðað verður eftir at kunna um øll lokal tiltøk á útoyggj. Tit, sum vilja skráseta tiltøk ella hava spurningar til hesi, kunnu brúka henda møguleika við at venda tykkum til okkara. Ver væl komin á heimasíðuna, hon er til tína tænastu.