UK-flag.jpg   fo.jpg

Vit nýtt!

Vit.fo stuðlar útjaðaranum

MENT í Sunnba í Suðuroy 15 – 18 mai 2014

Sunnbur.jpg

Undirhald – mentan – útferðir – framførslur, alt um som tíð. Ein góð uppliving fyri alla familjuna.

Av øllum tí vakra, sum tú kanst uppliva, so eigur Sunnbiarbygd munin. Tað heldur okkara mæta skald Poul F Joensen, og kanska tú við – tí nú fær tú møguleikan at sanna orð hansara:
Í SUNNBA ER SAVNAÐ ØLL FØROYA NÁTÚR
Í VILLASTA VELDI SUM YNDI
AV SUMMARSÓL BJØRGUM OG BRIMI EVNAÐ
ER SUNNBINGA HUGPRÚÐA LYNDI

Kom suður og vitja vestursíðuna av Suðuroynni, har Beinisvørð kransar tað fagrastu náttúru.

Kom suður og vitja sunnastu bygdina, tað søguríku Sunnba, her mentan, list, ítróttur og skaldskapur, hava myndað bygdina í øldir. Her eitt frýntligt fólkaslag tekur í móti tær við opnum ørmum.
Bygdin er tiltikin fyri góðan føroyskan dans, kappróður, fótbólt. Hiðani koma kendir tónleikarar og bólkar, kend listafólk, rithøvundar og fólk, ið hava myndað Føroyar og føroyska mentan í fleiri ættarlið.

Tað er í hesi bygd, í ytsta útjaðara, at tú kanst fáa eina ógloymandi og ríka uppliving. Ein bita av tí mentan í bygdin hevur at bjóða tær.

Vælkomin til mentanardagar 15. – 18. mai 2014 í Sunnba.

Sí leinki til Ment: https://www.facebook.com/MENTANAR