UK-flag.jpg   fo.jpg

Kaj Leo Johannesen

Kaj Leo Holm Johannesen
Løgtingslimir

Tilknýti:
Kaj Leo hevur tilknýti til Mykines,
haðani hann er ættaður. Hann vitjar
eisini javnan á útoyggj.

Mær dámar á útoyggj, tí har komi eg burtur frá meldrinum. Tað er friðsælt. Klokkan og kalendarin missa takið. Kobla úr og løða upp. Gevandi at tosa við fólk á útoyggj. Stórsligin náttúra, hugtakandi í øllum veðri.

Eg viðmæli útoyggjarnar, tí útoyggjar geva frið, og umhvørvið gevur orku. Útoyggjar geva positivar upplivingar.

Eftir mínum tykki eru hesi støð og hendingar serliga áhugaverdar: Mykineshólmur, tí sera vakurt er at ganga út í Hólman. Ríkt fuglalív. Vitin hevur havt sera týðandi leiklut undir seinna heimsbardaga. Svínoy, tí har er heilt serstakt landslag og vakurleiki. Koltur, tí har er gamal býlingur varðveittur.