UK-flag.jpg   fo.jpg

Bjørn Kalsø

Bjørn Kalsø
Løgtingslimir

Bygd: Syðradalur, Kalsoy

Tilknýti:

- Eg búgvi á útoyggj
- Eri ættaður av útoyggj
- Eg elski útoyggjarnar

Eg eri føddur og uppvaksin á Syðradali í Kalsoynni, sum tá var útoyggj, og sum framvegis er útjaðari - um ikki útoyggj, sum Fugloy, Svínoy, Mykines, Hestur, Skúvoy, Koltur og Dímun eru, tí ferðasambandið hjá okkum er betrað munandi síðan Sam loysti Barrskor av. Tað er serliga umhvørvið, fólkið, náttúran og friðurin, sum eru vorðin ein partur av mær, og sum eg ikki kann vera fyriuttan!

Eg viðmæli útoyggjarnar tí: Náttúran og hennara margfeldi liggur fyri fótinum, tað er friðarligt og klokkan (tíðin) missir mestsum takið á tær, fólkið er fyrikomandi og har er altíð okkurt at takast við bæði hjá børnum og vaksnum.

Hesi støð, søgur ella hendingar, eru eftir mínum tykki serliga áhugaverdar: Kalsoyggin er ein perla øll sum hon er, og tað eru hinar útoyggjarnar við. Søgan um, hvussu útoyggjafólk hava búleikast og yvirlivað í øldir, er áhugaverd í sjálvum sær. Men serstakar og áhugaverdar hendingar eru knýttar at øllum útoyggjunum. Eitt nú er hendingin, tá blankaskálafólk fyri góðum 200 árum síðan fluttu bygdina eysturum til Syðradals, eitt gott dømi. Sagnir og søgur um, hvussu Tróndur í Gøtu røkti Kalsoynna og rak allan seyðin í Galvsrættina, um Risan, sum gjørdi eina roynd at gleiva um Leirvíksfjørð, um Húsarænarar, sum m.a. brúktu mannakjøt til agn, um Kópakonuna í Mikladali, um Páll Fanga og søgurnar um trøllini á Trøllanesi eru eisini dømi úr rúgvuni.

Uttan lív á útoyggjum missa vit ein týðandi part av okkara mentan, og verða fátækari sum tjóð og sum ferðamál! Tí er tað gott, at Útoyggjafelagið er við til at seta kikaran á útoyggjarnar.