UK-flag.jpg   fo.jpg

Katrin Margreta Næs

Katrin Margreta Næs
Málsgranskari og lærari, Hvannasund

Tilknýti:
Katrin hevur tilknýti til Fugloyar,
haðani hon er ættað.

Frá barnsbeini eri eg komin nógv til Fugloyar, í fyrstuni at vitja ommu og abba á Kirkju. Sum barn var eg at kalla alla summarfrítíðina á tamb í Fugloy. Tað vóru sælir dagar.

Við tíðini varnast ein náttúruvakurleikan og ta einastandandi útsýnið, sum er á Kirkju. Ein vitjan í Fugloy er góð fyri sál og sinn. Summartíðin er ein sera góð tíð í Fugloy, har er veðurgott, sólartímarnir eru nógvir, og tað liggur væl fyri at ganga styttri og longri túrar at njóta náttúruna.

Eg viðmæli útoyggjarnar tí útoyggjarnar eru ein týðandi partur av landi okkara, sum vit høvdu verið fátækari uttan. Á útoyggj kanst tú – sum vitjandi - á ein hátt vera uttan fyri hin dagliga meldurin. Tað er gott fyri sál og sinn at dvølja nakrar dagar á útoyggj.

Hevur tú børn við, so er ein túrur í Vatnsdal altíð góður. Túrurin er stuttur, og børnum og barnsligum sálum líkar væl at spæla sær í Vatnsdali. Ein gongutúrur niðan á Klubban (621m) er eisini eitt gott hugskot. Haðani er útsýnið einastandandi, og tað sæst langar leiðir. Til ber eisini at ganga eftir vegnum millum bygdirnar báðar, um tú heldur hevur hug at ganga eftir vegi. Fert tú til gongu úr Hattarvík, so opinberast eitt sera vakurt útsýni, tá ið komið er niðan á Kross.

Eitt annað uppskot er at ganga inn í Vík – Skarðsvík.