Stóra Dímun
Stóra Dímun er eitt sjáldsamt stað. Tað at liva á einari so fjarskotnari oyggj við steyrrøttum bergi snipst í havið við einum grønum kolli omaná, er bert fáum beskorið. Umhvørvið er ikki bert sjáldsamt og serstakt, men vakurt og avbjóðandi í sama andadrátti. Fuglalívið er fjølbroytt og nógv er av bjargafugli.
Virksemi
Í dag búgva tvær ungar familjur í oynni, teirra livibreyð er landbúnaður og eitt garvarí. Tey selja vørur úr seyði og seyðaskinn.



