UK-flag.jpg   fo.jpg

Kalsoy

Kalsoyggin er ein smøl norður-suðurgangandi fjallarøð og ikki javnt høg. Vestursíðan hevur høg bjørg, brattar líðir og skorar. Eystursíðan er meira grøn og ikki so brøtt. Á oynni eru í alt 11 dalar. Oyggin verður meira høglig longur suður, ein kemur.

Í Kalsoynni er nógvur haga/landfuglur. Norðantil er eisini nógvur bjargafuglur. Plantulívið er áhugavert og fleiri sjáldsamar plantur finnast bæði við Galvin og í norðasta parti av oynni.

Møguleikar:
Í Kalsoy verður arbeitt miðvíst við at bøta um vinnumøguleikarnar og serliga verður satsað upp á ferðavinnu.


kalsoy_1.jpg

kalsoy_2.jpg

kalsoy_3.jpg