UK-flag.jpg   fo.jpg

Hestur

 

Norðari partur av Hesti er høgur og brattur, meðan lendið lækkar longur suður, ein kemur. Oyggin er vøkur og har er nógvur heiðafuglur. Í bygdini hoyrist songurin frá heiðafuglinum sjáldsama væl. Uppi á oynni, omanfyri bygdina liggur m.a. Fagradalsvatn, og ikki minst Hestbjørgini, ið nógv ferðafólk vilja uppliva. Røddir eru frammi um at útbyggja hesar útferðir til gongutúrar runt alla oynna.

Møguleikar
Hestur hevur góðar møguleikar at byggja út ferðavinnuna. Bygdastovan og svimjihylurin eru tvey góð tiltøk, men í løtuni verður arbeitt við at skipa fleiri onnur ferðamál í Hesti.


hestur-1.jpg

hestur-2.jpg