Mykines
Mykines er á allan hátt eitt náttúruvakurt stað. Og serstakliga áhugaverd hjá ferðafólki at vitja. Tað er serliga Mykines-hólmur við vitanum og súlunum, eins og tað stóra og lætt atkomiliga lundalandið, sum dregur. Náttúran er fjølbroytt og stórbær, fuglameingið er stórt eins og plantulívið. Bygdin er gomul og hevur eina ríka søgu. Alt umhvørvið ber boð um eina gamla søguríka oyggj, har fólkið hevur búleikast undir serliga óhøgligum korum.
Møguleikar og virksemi:
Hóast landbúnaðurin er ein uppløgd vinnugrein í Mykinesi, eru eisini serliga góðir møguleikar fyri øktari ferðavinnu. Vónandi kann komandi vinnuvirksemi tryggja, at grundarlag er fyri at fleiri kunnu búgva í oynni og fáa sína inntøku har.
Vinnuliga virksemi í Mykinesi er landbúnaður. Av øðrum virksemi er umsiting av strandferðsluni, posti, tyrlupalltænasta, SEV, o.l. Hartil er Kristianshús, sum veitur innivist og tænastur til vitjandi. Arbeitt verður í løtuni við at byggja nýtt gistingarhús: Mikines - list & gist, sum fevnir um gisting, savn og verkstað.



Nýtt hotel, Mikines - list & gist.

