UK-flag.jpg   fo.jpg

Mikladal, Kópakonan

Tað var í Mikladali í Kalsoynni, at Kópakonan húsaðist. Tað var eina 13. nátt, at Mikladalsdrongurin sá hesar vøkru kópagenturnar dansa. Hann sníkti seg inn eftir helluni og tók tann eina hamin, so kópagentan ikki slapp aftur í havið til unnustan, brimilin, ið lá uttanfyri og bíðaði. Ein hugvekjandi søga, ið tú kanst liva teg inn í á staðnum har, alt hendi.

Kópakonan og bóndin livdu saman í nógv ár og fingu børn saman. Bústaður teirra var í gamla bóndahúsinum Uttarastova í Mikladali, miðskeiðis í bygdini, har kistan stendur tann dag í dag. Men tað ber ikki til at síggja hamin, tí ein dagin bóndin var farin til útróðrar, fann kópagentan lykilin til kistuna, har hamurin lá, og fór aftur í sjógvin, sum jú var heimstaður hennara, og har unnustin brimilin bíðaði eftir henni.

Soleiðis lupu mong ár fram eftir, at einki er at siga frá bóndanum á sunnara garði ella børnunum, hann átti við kópakonuni. Men so var eina ferðina, at mikladalsmenn ætlaðu sær á látur at sláa kóp, og náttina frammanundan kom kópakonan í dreymum fyri bóndan og sigur við hann, at um so varð, at hann fór á látur við hinum, tá skuldi hann vita, at ikki máttu teir drepa brimilin, ið stóð framman fyri látrinum, tí at tað var maki hennara, og tveimum nósum (kópahvølpum), sum lógu innast í látrinum, máttu teir eira, tí at tað vóru synir teirra, og segði hon honum frá, hvussu teir vóru littir. Men bóndin gav ikki hesum dreymi gætur, hann fór við hinum mikladalsmonnunum á látur, og teir drupu allar kóparnar, ið inni vóru. Við býtið fekk bóndin í sín lut brimilin allan, lállur og fitjur av hvølpunum. Til nátturðar høvdu tey kókað høvdið, lállurnar og fitjurnar, og tá ið var upp úr lagt, hoyrdist brestur og mikið brak, og kópakonan kom tá sum tað ljótasta trøll inn í roykstovuna, snoddaði í trognum og rópti av illum huga: ”Her liggur hánæsaður av kalli, hond Háreks og fótur Fríðriks - hevnt er og hevnt skal verða hjá mikladalsmonnum, og skulu summir sjólátast, og summir falla fyri bjørg og bláar skorar, og skal tað halda við, til tess so mangir eru burturgingnir, at teir kunna halda hvør annan í hond og fevna um alla Kallsoy”. Tá ið hon hetta hevði sagt, fór hon út aftur við miklum gnýggi og duni og sást ikki meira. - Ikki hevur verið so sjaldan tíverri at frætta skaðatíðindi úr Mikladali, at menn eru falnir í bjørgunum, tá ið teir hava farið til bjargar at fygla ella fleyga ella verið á fjalli eftir seyði; - talið hevur ikki verið fult enn, so at teir, sum burtur eru gingnir, røkka at fevna um Kallsoy.

Kelda: V.U. Hammershaimb: ”Færøsk Anthologi I”, 1891