UK-flag.jpg   fo.jpg

Føroyinga søga og søgn

At vitja útoyggjarnar kann geva tær innlit í søgu føroyinga og tær sagnir, ið siga frá hendingum í landi okkara fyri 1000 árum síðani og fram til í dag. Hesar spennandi søgur og sagnir kanst tú lesa í søguligum keldum, men eins spennandi er tað at vitja tey støð, har hesar søgur og sagnir ganga fyri seg. Eitt nú í Skúgvi kanst tú síggja Sigmundar-steinin og grøv Sigmundar, og í Svínoy eru slóðir eftir eitt nú Svínoyar Bjarna. Umframt hetta eru óteljandi aðrar spennandi frásagnir.

Málið við okkara heimasíðu er, at vit sum frá líður fáa fleiri av hesum søgum og sagnum fram her, men ikki minst gera tað møguligt hjá tykkum, sum vitja útoyggjarnar, at hoyra um og síggja tey støð, ið hendingarnar eru farnar fram. Tit eru væl komin at geva tykkara ískoyti til hetta arbeiði, um tit hava eitt hugskot, sendið okkum ein teldupost.

Eitt brot úr Føroyinga søgu

Hjá Gøtu-Trónda vuksu Sjúrður Tollakson og Tórður Lági, bróðursynir Trónda, og Geyti Reyði, systursonur Trónda, og teir og Leivur Øssurson vóru javnaldrar.

Sigmundur og Turid áttu Tóru, Tórálv, Steingrím, Brand og Hera. Sigmundur byggir kirkju í Skúgvoy.


Nú er ting og Sigmundur og Tróndur hittast. Tróndur er fallin frá trúnni, hann krevur faðirbøtur til Leiv av Sigmundi, ið svarar, at Hákun jallur hevur longu dømt teirra millum. Tróndur hóttir hann við, at teir, sum nú veksa upp hjá sær, fara at hevna hetta. Teir eiga tó meir enn helvt móti Sigmundi. Um summarið fara Sigmundur, Tóri og Einar Suðringur í Lítlu Dímun, Gøtuskeggjar herja á teir, Sigmundur og teir sleppa burtur við báðum bátunum, senda fólk út eftir teimum, men Tróndur og teir hava brunnið vita og eru slopnir burtur haðani. Seinni um summarið fara Sigmundur, Tóri og Einar at krevja skuld, Tróndur loypir á, Sigmundur og teir koppa gøtubátin, Tóri vil drepa allar, Sigmundur mælir frá, Sjúrður Tollakson er illur, allir úr Gøtu semjast um ikki at gevast, fyrr enn Sigmundur er deyður. Nú líður summarið.

Tíðliga á vetri droymir Tróndur, at nú er gott at leypa á Sigmund, fer, við eru Leivur Øssurson, Sjúrður Tollakson, Tórður Lági, Geyti Reyði, Steingrímur bóndi úr Eysturoy og Eldjarn Kambhøttur, ið tá hevði verið leingi hjá Trónda. Svínoyar-Bjarni var ikki við, tí hann og Sigmundur sáttust. Teir fara til Skúgvoy. Eldjarn Kambhøttur doyr fyrst. Teir søkja at garðinum, Turid er mans maki at stríðast, Tróndur og teir bera eld at, Turid spyr, hvussu leingi teir ætla at berjast við høvuðleysar menn. Tróndur luktar Sigmund, Tóra og Einars fet, Tróndur tevjar sum hundur, til hann kemur til eina gjógv um alla oynna, Sigmundur man hava lopið um gjónna, og teir skulu býta seg sundur og fara eftir hvør sínum enda av gjónni. Úr niðuni loypir Sigmundur og høggur Steingrím undir liðini á Trónda. Sigmundur missir svørðið, og teir tríggir loypa á sjógv, svimja til Suðuroyar, Einar fellir frá, Sigmundur tekur hann á herðarnar, men hann doyr. Nú fellir Tóri frá, Sigmundur tekur hann á herðarnar, svimur til Suðuroyar, tá skolar Tóri av herðunum á honum og druknar. Sigmundur kom upp og sovnaði í fjøruni. Torgrímur Illi var leigulendingur hjá Gøtu-Trónda og átti synirnar Ormstein og Torstein. Hann finnur Sigmund, ið nevnir seg. Torgrímur dregur á at hjálpa honum, sær tá gullringin og drepur tá Sigmund fyri at fáa ringin. Synirnir muta tó ímóti í fyrstuni. Árið er 1005.

Tróndur er farin heim ímeðan, Turid varð nú kallað megineinkjan, og børnini vuksu upp hjá henni enn.

Tróndur og Leivur Øssurson tóku nú allar Føroyar undir seg og bjóðaðu Turid megineinkju og synum hennara sáttir, men tey vildu ikki taka við. So gingu nøkur ár. Tróndur vil hava Leiv giftan við Tóru Sigmundardóttir, fingu kaldliga móttøku, teir bjoða Turid og synum hennara tær sáttir, at bestu menn í oyggjunum skulu døma teirra millum, og tey játta umsíðir. Tróndur ber upp bønarorð, tóktist hetta vera líkligast til fullar sáttir, og beyð sær at bøta um Leivs lut við miklum fæ. Tóra leggur tó tær treytir, at Leivur skal gera eið, at hann ikki drap Sigmund og fáa uppspurt, hvør drap hann, og tá kunnu tey samráðast víðari.

Tróndur og Leivur fara til Suðuroyar til Torgrím Illa. Tróndur og Torgrímur fara innar í stovu, Tróndur spyr, hvat man hava verið teirra Sigmunds bani, Torgrímur heldur, at teir Tróndur hava dripið teir, men Tróndur svarar, at øll vistu, at teir vildu teirra bana, og tí høvdu teir ikki havt dult drápið. Tróndur biður menn sínar leggja Torgrím og synir hansara í fjøtur, gandar síðani teir tríggjar Einar, Tóra og Sigmund fram. Teir finna síðani ringin. Torgrímur játtar nú, og vísir teimum líkini, ið teir jarða í Skúgvoy við kirkjuna hjá Sigmundi. So fær Tróndur Torgrím og synir hansara at játta, og teir verða hongdir í Havn. Leivur fær nú Tóru Sigmundardóttir, og tey semjast øll við fullum sáttum, og Leivur og Tóra seta búgv á faðirarvi Leivs í Hovi. Tórálvur Sigmundarson giftist og setur búgv á Dímun.



Kelda: www.cloud-2.steampowered.com
Kelda: http://de.wikipedia.org/wiki/Flateyjarb%C3%B3k

Sigmundskvæðið yngra