UK-flag.jpg   fo.jpg

Tá Fugloyggin var flotoyggj

Flótandi oyggjar eru eitt vanligt natúrufyribrigdi, og eru at finna nógvastaðni í heiminum. Ein slík oyggj er bygd upp av einari stórari mong av vatnplantum, runu og torvi, sum til saman kunnu vera úr nøkrum sentimetrum upp í fleiri metrar til tjúkdar. Slíkar oyggjar eru vanliga at finna í mýrulendi, sjógvum og líknandi vátlendi.

At fólk veruliga hava trúð upp á flotoyggjar, framgongur av einum greinarstubba úr bókini Færoæ Et Færoa Reserata, sum danski presturin Lucas Debes gav út í 1673. Í kapitlinum Færøes Land skrivar hann soleiðis:

Fleiri íbúgvar hava boðað frá, at ein flotoyggj ofta hevur verið at síggja norðan fyri landið. Hetta er ikki bara frásagnir, ið eru bornar víðari frá forfedrunum, men eisini fólk nú á døgum siga fyri satt, at tey hava sæð hana í nakrar tímar. Tey siga seg hava sæð fjøll og dalar á henni, áir ið streyma í dølunum og at tey týðuliga sóu, at hon var grøn í neðra og í dølunum.

Fugloyggin var av fyrstu tíð flotoyggj. Menn róðu at henni at kasta stál á hana og festa hana í botn, men einki batti, tí fult stóð av trøllum fram við bakkanum, og tey loftaðu øllum, ið blakað varð í land, og tveittu tað aftur á sjógv. So vóru allir prestarnir heintaðir saman fyri at fáa oynna til at standa. Teir vóru fluttir út til hennara og bíndu ikki av henni alla tíðina, meðan róð varð, at hon skuldi ikki fara burtur úr eygsjón. Ein av prestunum stóð fremstur í bátinum og kastaði Bíbliuna upp á land, meðan allir hinir stardu fast upp á oynna. Tá hjálpti, teir vóru mentir yvir trøllunum og vendu tey um til túgvur. Túgvurnar hava staðið tjúkt eftir bakkanum við Kirkju fyrr, men nú eru tær burturfarnar, sum tað er matað niðan undir av brimi.