Hvar eru trøllini í Føroyum farin? - Fyrr vóru trøll allastaðni. Á Trøllanesi, í Mykinesi, í Fugloy, Svínoy – ja, í flest øllum bygdum vóru søgur og frásagnir um trøll og huldufólk. Onkur sigur, at trøllini hvurvu, tá vit fingu elektrisitet, meðan onnur halda, at tey eru farin av landinum, sum so nógv onnur. Tó eru tað tey, sum halda, at trøllini framvegis eru her, vit evna bara ikki at síggja tey. Trøllini liva í steinunum, bjørgunum, niðri við sjóvarmálan og inni í gomlum niðurdotnum húsum í haganum. Øll hava so nógv at gera í dag, tað er so nógv, sum órógvar hugaheimin, og tað er ongastaðni so góður friður, at tað ber til at hoyra trøllini.
Ella er tað rætt? Er tað nakrastaðni, har tað ber til at hoyra trøllini?
Jú tað er – á útoyggj! Har er tað so friðarligt, at tú kanst hoyra andadráttin í steinunum, hoyra trøllabørnini spæla við sjóvarmálan og tá tað er mánalýsi, sær tú trøllini tysja í fjøllunum, har tey halda sær at gleimi.
Ferðast tú á útoyggj, legg tær so hetta í geyma ... lurta eftir trøllunum, hygg upp í hamrarnar og tú sært eyguni í klettunum, onkur gálvar, onkur snorkar og onkur annar veittrar til tín. Men far ikki, tí tað kann vera vandamikið. Vend annars altíð troyggjuna á ranguna, tá tú fert út at lurta eftir trøllum, tí so verður tú ikki gandað.

Málningar: William Heinesen

Mynd: Bergur F. Mikladal
So er sagt, at á trettandu leita trøllini sær at húsum hjá fólki at stuttleika sær. Fyri norðan Núgvunes á Borgardali í Mykinesi er bygt eitt lítið hús til seyðamenninar at liggja í, tá teir ikki náa at húsum, áðrenn myrkrið kemur á. Eina náttina fór ein røktingarmaður burtur í haga eystur í Borgardal, meðan hann er har, kemur eitt grumt æl á hann, so hann leitar sær inn í húsið at kroka. Tá hann kemur at durunum, hoyrir hann øgiligan gang. Hann fór nú at glugganum at kaga og sá nú, at húsið alt var fult innan av trøllum, sum hildu sær at gaman, dansaðu og kvóðu: “Trum, trum, tralalei, kalt er í fjøllum hjá trøllum, betur er við hús á bakka á skálavøllum, trum, trum, tralalei, dansið tætt at durunum”. Her var ikki verandi hjá manninum og hann skundaði sær burtur, áðrenn trøllini sóu hann.
Men nógv verri var á Trøllanesi, enn í Mykinesi. Hvørja trettandunátt komu trøll tysjandi úr øllum ættum í so stórari múgvu, at bygdarfólkið mátti flýggja haðani til Mikladals og vera har, meðan hetta herskapið leikaði í á Trøllanesi; av hesum hevur bygdin fingið navn.
So bar til eina ferðina, at ein gomul kelling var ikki ment at rýma burtur við hinum bygdarfólkinum. Hon legði seg undir eitt borð í roykstovuni og krógvaði seg har, at trøllini skuldu ikki síggja hana. Nú leið á kvøldið, sá hon trøllini tyrpast inn um dyrnar, og tey fóru straks at dansa og spæla. Men meðan dansurin dundi sum harðast, fór kellingin at ræðast og rópaði: “Jesus náði meg!” Tá ið trøllini hoyrdu tað vælsignaða navn, fóru tey øll at gnísta og rópaðu: “Gyðja loypti splitt í dansin”, og tey trokaðust øll at sleppa sum skjótast út av durunum og hava ikki síðani torað at gera hesi bygdini ófrið og gista á Trøllanesi.
V.U. Hammershaimb: ”Færøsk Anthologi I”, 1891

Málningur: Hugo Simberg