Í Fagradali stendur ein húsatoft nevnd Rannvátoftir. Tað var henda húsatoft og frásøgnin um Rannvá, ið gav Dagmar Joensen-Næs íblásturin til søguna Rannvá. Men tað hevur uttan iva eisini verið tað ótrúliga vakra umhvørvið í Fagradali, ið hevur givið íblástur. Eitt umhvørvi, ið kann geva øllum, sum vitja hetta stað, eitt minni fyri lívið.
Í 1971 var skaldsøgan Rannvá givin út í bók. Tað var Dagmar Joensen-Næs (1895-1983), sum skrivaði skaldsøguna í 40´unum. Dagmar bygdi søguna á eina frásøgn úr Skúgvi um ungu gentuna, sum kom illa fyri, tá kommandanturin á Skansanum fær gott eyga á henni, eina ferð hon er í Havn. Úrslitið av hesum møti teirra millum er, at Rannvá gerst við barn. Tá í tíðini er deyðarevsing fyri at gerast við barn uttanfyri hjúnalag. Rannvá verður førd í rættin í Havn, har eisini kommandanturin er hjástaddur. Hon vil ikki siga, hvør er pápi at barninum, hóast hon verður spurd fleiri ferðir. Rættarmálið endar við, at hon ikki fær deyðadóm, men í staðin verður dømd at fara í einbýli í einum dali í Skúgvi, nevndur Fagradalur. Her skal hon búgva allar sínar dagar, uttan samband við umheimin. Søgan er nemandi og áhugaverd bæði menniskjaliga og søguliga.

Myndin er úr Fagradali í Skúgvi: eitt navn, sum sigur hvat alt snýr seg um, og at hetta stað er eina vitjan verd.

Mynd: Bárður F. Mikladal
Ein filmur er gjørdur um Rannvá
DIR Miguel M. Hidalgo. PROD Miguel M. Hidalg. CAST Finnur Johansen, Elin K. Mouritsen, Gudrid H. Nielsen, Jørleif Kúrberg, Róland Samuelsen, Mortan A. Carlsen, Anna Maria Petersen, Hans Joensen, Fraser Eysturoy
(https://mubi.com/films/rannva)