UK-flag.jpg   fo.jpg

Lív Freia Jacobsen Dam

Lív Freia Jacobsen Dam
Ættað úr Svínoy

Mær dámar á útoyggj, tí: tað er friðsælt, og her havi eg familju, sum eg ikki síggi so ofta. At koma út til Svínoyar inniber fyri meg at koma vekk frá resinum í gerandisdegnum og møta degnum, sum hann er. Her er ein lítil og hugnaligur handil, sum bert hevur opið nakrar fáar tímar um dagin, og útyvir hann er ongastaðni at fara enn út í náttúruna ella at sita heima og hugna sær saman. Á henda hátt kemur mann hvørjum øðrum við uppá ein annan máta, og tað haldi eg verða gott. Harafturat er her so fantastiska flott. Náttúran, tað føroyska landslagið, kemur av álvara til sín rætt, tí hon ikki verður forstýrað av øllum øðrum, samstundis sum hon er tættari uppá ein sjálvan.

Eg viðmæli útoyggjarnar tí:
her er stilt og flott og tí, at tað er so deiligt at koma eitt sindur burtur frá gerandisdegnum - her kanst tú ikki annað.

Hesi støð, søgur ella hendingar, eru eftir mínum tykki serliga áhugaverdar:
Fyri meg hanga Svínoyggin og míni barnaár saman, og tí eru nógv av mínum yndisstøðum og søgum herfrá. Her er millum annað ein dvørgasteinur, har alt kan henda, og ein útisvimjihylur, sum er so sera kaldur, at mann, um ikki annað, fær túrin niðan til hann. Ein góðan summardag ber tó væl til at hoppa útí. Um kvøldið er stuttligt at fara heim í bygdina at spæla – her eru nógv skot at finna, soleiðis at mann fær sitið fjálgt. Tey kunnu eisini brúkast sum goymistað. Fyri nøkrum árum síðani kom ein fótbóltsvøllur.

Í kirkjuni stendur gamal steinur, ið sigst at verða til minnis um Svínoyar-Bjarna, sum vit hoyra um í Føroyingasøgu. Ein flottur minnisvarði er fyri stuttum reistur fyri 19 sjómonnum úr Orkneyoyggunum, sum í 1786 lótu lív, tá ið skipið kom í ódnarveður og reyk á land í Svínoy. Árantshola er ein stór og djúp hola undir jørðini, har tað sigst, at seyðatjóður helt til. Harumframt verður tað skorið torv úti í Svínoy, og tað er stuttligt at síggja, hvussu hetta verður tikið upp aftur í dag.