UK-flag.jpg   fo.jpg

Elsa Maria Lorensen

Elsa Maria Lorensen
Ættað úr Kalsoy

Eg viðmæli útoyggjarnar tí: at útoyggjarnar eru nakað heilt serligt, tær eiga nakað, sum aðrar bygdir og býir ikki eiga. Tú merkir nakað heilt annað yvir teimum. Túrurin tú skalt við báti ella tyrlu er tad allar fyrsta, sum setur sína dám á.

Á útoyggj eru ikki eins nógvir hentleikar, ið vit hava í miðøkinum, og hetta ger tað eisini til at nakað serstakt.

Hesi støð, søgur ella hendingar, eru eftir mínum tykki serliga áhugaverdar:
Ein túrur niðan á hálsin í mikladali og síggja útsýnið yvir eysturoynna er ein fantastisk sjón.
At ganga ein túr oman í fjøru á sumri ella á vetratíð og uppliva hvussu náttúran kann leika í.
Søgan um kópakonuna er somuleiðis nakað heilt serstakt fyri meg.