Steffan Kalsø
Ættaður úr Kalsoy
Mær dámar á útoyggj, tí: Famlju hugni, “stress less” umhvørvið, náttúran, djóralívið, bygdarlívið, bygdarfólki; eru bert nøkur fá hugtøk, sum ger tað nakað heilt serligt at vera á útoyggj.
Eg viðmæli útoyggjarnar tí: Eg kann avgjørt viðmæla at ferðast til útoyggjar, har er nakað nýtt at uppliva, tá hugsið eg ikki um tí nýggjastu tøknina, men tí heilt fantastisku nátturu, djóralív og ikki minst friðin. Umhvørvi og hugburður, á útoyggj, er ikki til at samanbera við nakað annað og skal tí upplivast.
Hesi støð, søgur ella hendingar, eru eftir mínum tykki serliga áhugaverdar: Har eru sjálvsagt nógvar spennandi og áhugaverdar søgur um kring føroyar, men tá eg havi tilknýtti til Syðradal á Kalsoynni, eru søgur og sagnir ið hava upprunna av Syðradalið tær sum eg haldi eru mest spennandi. Skalvurin á blankaskála, eiturkoppar, huldufólk, havmaðurin, burturgingnir sjómenn oma. eru bert ein lítil partur av teimum ótruliga áhugaverdu søgunum. Um tit vilja hoyra nærri um hesar søgur/sagnir kunnu tit ferðast til kalsoynna. ;)
